AroundMaps Logo
Search
Add Listing

About Estra Vasti

Estra Vasti er prentsmiðja og samskiftisfyritøka, sum loysir allar grafiskar uppgávur.

Set teg í samband við okkum um tú hevur einhvønn fyrispurning.

Tags

Map

Item Reviews - 9

Anynomous

"

SUMMARIÐ NÆRKAST

Eins og undanfarin ár hava vit stongt vegna summarfrí. Vit hava stongt frá mikudegnum 11. juli til fríggjadagin 3. august – báðir dagar íroknaðir.

Um tit ynskja lagurvørur í hesum tíðarskeiði, vinarliga sendið teldupost til estra@estra.fo.

...

Vit ynskja tykkum øllum eitt gott og gevandi summar! :)

See More "

10 June 2023

Anynomous

"

LÍVSSTÍLS- OG SØLUMESSA KOMANDI VIKUSKIFTIÐ

Estra Vasti luttekur á stóru lívsstíls- og sølumessuni, sum verður í nýggju dupulthøllini á Hálsi í Tórshavn.

Framsýnarar vísa fram um vælveru, kropsrøkt, hársnið, fitness, hjálpitól, brillur, lurtitól, mat og matgerð, frítíðarvirksemi, handarbeiðir, endurnýtslu, ferðir, húsatekningar, bygging, urtagarðar, køkar, baðirúm, vindeygu og hurðar, innbúgv, máling/litir, teldur, sjónvarp, radiotól, fígging, bilar og nógv annað.

...

Opið er leygardagin 5. mai kl. 10:00-20:00 og sunnudagin 6. mai kl. 14:00-20:00.

Kom og vitja bás nr. 18 og fá eitt prát við okkum. Vit gleða okkum at síggja teg :)

See More "

01 May 2023

Anynomous

"

LEVI VITJAR

Stutt fyri páskir var Levi ein túr framvið og heilsaði upp á okkum. Levi dámar væl at síggja ymsu maskinurnar og er eisini óførur at hjálpa til. Tað er altíð stuttligt at fáa Levi inn á gólvið og vit takka fyri vitjanina 🙂

"

03 April 2023

Anynomous

"

JÓNFINN THOMSEN ADVOKATUR NÝTT BÚMERKI

Vit hava sniðgivið nýtt búmerki til Jónfinn Thomsen advokat. Í hesum sambandi hava vit eisini prentað nýggjar brævbjálvar, brævørk og visittkort við nýggja búmerkinum.

Vit eru sera fegin um at hava veitt Jónfinni nýggja búmerkið! 🙂

"

22 March 2023

Anynomous

"

NÝPRENTAÐ PLAKAT HJÁ FJORD

Enn ein vøkur plakat frá FJORD við íblástri úr føroyskari mentan og siðvenju. Millum myndaevnini hjá FJORD finnast fuglar, seyðir, hvalir, bátar, vitar og onnur føroysk mentanarlig eyðkenni.

Plakatin fæst til keyps á www.fjord.fo

"

20 February 2023

Anynomous

"

STÓR LÍVSSTÍLS- OG SØLUMESSA Í TÓRSHAVN

Stór lívsstíls- og sølumessa verður í nýggju dupulthøllini á Hálsi í Tórshavn 5. og 6. mai 2018. Har verður høvi hjá fyritøkum at sýna fram sínar vørur og tænastur.

Tú fært nakað at vita um vælveru, kropsrøkt, hársnið, fitness, hjálpitól, brillur, lurtitól, mat og matgerð, frítíðarvirksemi, handarbeiðir, endurnýtslu, ferðir, húsatekningar, bygging, urtagarðar, køkar, baðirúm, vindeygu og hurðar, innbúgv, máling/litir, teldur, sjónva...rp, radiotól, fígging, bilar og nógv, nógv annað.

Til ber at lesa meira um messuna og boða frá luttøku á www.lsm.fo

See More "

07 February 2023

Anynomous

"

KOM VIÐ Á FERÐINA FRÁ HUGSKOTI TIL ÚRSLIT

Hesin prentlutur varð bílagdur í sambandi við spennandi dyst hjá Víkingi. Harafturat gjørdu vit henda filmin, sum vísir uppgávuna frá hugskoti til endaligt úrslit. Hóast Víkingur leikti dystin javnt, so gjørdust teir Føroyameistarar. Um klapppappírið var avgerandi 13. maðurin skal vera ósagt. Vit eru fús at hjálpa við einhvørji grafiskari uppgávu og stuðla tær í at vinna á avbjóðingunum :)

...

Í hesi uppgávuni hava vit:

- Sniðgivið - Sett upp - Koyrt út á plátur - Prentað - Lakkerað - Gjørt bukkistrikur - Skorið - Pakkað ...og klappað ;)

See More "

24 January 2023

Anynomous

"

MYLNUHÚSIÐ NÝGGJA HEIMASÍÐU

Mylnuhúsið hevur fingið nýggja heimasíðu frá Estra Vasti. Mylnuhúsið er ein samskipaður stovnur í Klaksvík við vøggustovu, barnagarði og tveimum útibarnagørðum.

Nýggja heimasíðan tillagar seg til allar skýggjastøddir, ið merkir hon sær snøgg út á teldu, teldli og snildtelefon.

...

Vit eru sera fegin um at hava veitt Mylnuhúsinum nýggju heimasíðuna og takka fyri gott samstarv.

Vitja heimasíðuna á www.mylnuhusid.fo

See More "

01 January 2023

Anynomous

"

FØROYA BJÓR NÝGGJA HEIMASÍÐU

Føroya Bjór hevur fingið nýggja heimasíðu frá Estra Vasti. Heimasíðan er “responsive”, ið merkir at hon tillagar seg til allar skýggjastøddir, so sum teldur, teldlar og snildtelefonir.

“Vit eru sera fegin um at hava fingið eina nýggja, snøgga heimasíðu”, sigur Einar Waag stjóri í Føroya Bjór.

...

Vit eru fegin um at hava veitt Føroya Bjór nýggju heimasíðuna og takka fyri gott samstarv.

Vitja heimasíðuna á: www.bjor.fo

See More "

17 December 2023

Add Reviews & Rate item

Your rating for this listing :

Help Us to Improve :

Location / Contacts :