AroundMaps Logo
Search
Add Listing

About Varmakeldugarðurin

Søla av matið og øðrum vørum, sum garðurin letur av sær
Ferðavinna við garðvitjan, heimiblíðni og gongutúri oman á Varmakeldu ella út í Gøtunes

Tags

Description

Høvuðsvinnan hjá Varmakeldugarðinum er mjólkaframleiðsla, tó eru onkrar hjávinnur, so sum vit selja vøru, sum garðurin letur av sær.

Eisini er møguleiki at koma á garðsvitjan, har ein vitjar mjólkifjósið og síðani fara heim til bóndahjúnini til ein drekkamunn, frokost ella døgurað, tað sum tey vitjandi ynskja. Eisini er møguleiki at fáa ein guidaðan túr oman á Varmakeldu, sum liggur í haganum hjá okkum, ella út í Gøtunes.

Map

Item Reviews - 7

Anynomous

"

Í dag hevur húskallurin føðingardag. Hjartaliga til lukku Viktor Pattinson Joensen

"

26 June 2023

Anynomous

"

Vakur longsti dagur. Í morgin ganga vit so móti myrkari tíðum. Men latum okkum vóna, at vit fáa eitt gott og turt summar.

"

21 June 2023

Anynomous

"

Nú á døgum er so moderna at ganga til manicure. Neytini hava gingið til manicure í fleiri ár. Í dag var so tíðin aftur komin at skera og snøgga sær kleyvarnar. Altíð hugnaligt og gott at fáa Erik Heinesen, kleyvaskeraran, á vitjan.

"

10 June 2023

Anynomous

"

Hugsið tykkum um

"

29 May 2023

Anynomous

"

Í morgun hevur ein ær lembt 3 lomb. Ikki so vanligt hjá okkum at fáa 3 lomb undan eini ær. Men stuttligt verður at fylgja við 😊

"

20 April 2023

Anynomous

"

So er tað í kvøld, at tiltakið verður í Losjuni við Gøtugjógv. Kl 19.30

"

08 April 2023

Anynomous

"

Til eysturoyingar og onnur áhugaði.

Ókeypis temakvøld verður um fóður til jóturdýr, har serligur dentur verður lagdur á fóðring til seyðin.

Stað: Losjan Glotti við Gøtugjógv... Dato: 9. apríl 2018 Tíðspunkt: kl 19.30 til uml. kl. 21.00

Fyrilestrarhaldari: Jens Ivan í Gerðinum lanbúnaðarfrøðingur.

Kaffi og køkur eru at fáa í steðginum

See More "

04 April 2023

Add Reviews & Rate item

Your rating for this listing :

Help Us to Improve :

Location / Contacts :