AroundMaps Logo
Search
Add Listing

About Blái Krossur Føroya

Blái Krossur Føroya er ein felagsskapur við í høvuðsheitum trimum arbeiðsøkjum: Boðan av gleðiboðskapinum, fráhaldsarbeiði og diakonalt arbeiði. Sí meira á www.blakross.fo.Útgangsstøði okkara er, at diakoni (hjálpartænasta) er "kirkjunnar umsorgan fyri teimum neyðstøddu". Í okkara høpi merkir tað, at vit í Bláa Krossi eru kirkjunnar umsorgan fyri menniskjum, ið hava trupulleikar vegna misnýtslu av rúsdrekka og rúsandi evnum. Hetta umfatar misnýtarar, familjur teirra og avvarðandi.Grundgevingin fyri kallið til tænastu okkara er hin kristna trúgvin og neyðin hjá medmenniskjum okkara. Av tí, at vit eru ein diakonalur felagsskapur, eiga øll starvsfólk okkara, lønt eins væl og sjálvboðin, at binda seg at arbeiða samsvarandi tí kristnu lívsáskoðanini.Í øllum virksemi okkara, í boðan, upplýsing og viðgerð, eiga vit at nýta teir bestu arbeiðshættirnar, sum geva bestu úrslitini. Tó eiga vit altíð at virða hitt einstaka menniskjað og frælsið hjá hvør øðrum, og bert nýta arbeiðshættir, ið varða um hetta.Blái Krossur Føroya er av tí áskoðan, at hvørt einstakt menniskja hevur ábyrgd fyri egna lívi sínum, men fortreytirnar at uppfylla hetta kravið eru ymiskar. Felagsskapurin leggur stóran dent á, at eisini tey veiku og illa støddu fáa eitt virðiligt lív og tilboð. Her hugsa vit um misnýtarar og avvarðandi teirra.
Social Link - Linkedin: http://www.linkedin.com/company/bl-i-krossur-f-roya
Employee Count: 2
Keywords: hospitals & health care

Tags

Map

Add Reviews & Rate item

Your rating for this listing :

Help Us to Improve :

Location / Contacts :