AroundMaps Logo
Search
Add Listing

Kötlum Permanent makeup

0

About Kötlum Permanent makeup

Endamálið við Permanentum makeup er at framhevja og rætta natúrligu brøgdini og til at gera arr minni sjónlig.

Tags

Description

Permanent makeup

Um permanent makeup - Long Time Liner:

Endamálið við Permanentum makeup er at framhevja og rætta natúrligu brøgdini og til at gera arr minni sjónlig. Tað er ikki meiningin at permanent makeup skal setast ístaðin fyri smyrsl, men hjálpa tær í dagligdegnum. Litirnir eru fleiri, vit velja tann sum hóskar best til tín.

Long time liner-hátturin er tann fremsti á tí internationala marknaðinum, tá talan er um permanent makeup.

100% natúrligt framleiddir minerallitir verða brúktir. Litirnir eru allergitestaðir og egna seg eisini til sarta húð.

Hvussu gongur Permanent makeup fyri seg:

Brýr ella varrar verða fyrst teknaðar upp við einum makeup-blýanti. Tá upptekningin er í lagi og vit eru nøgd(ar), fara vit í gongd við sjálva prosessina. Eitt serstakt tól verður brúkt til viðgerðina. Permanent makeup verður ført 0,2 til 0,5 mm inn í tað uttasta húðlagið, og heldur tí upp móti 5 árum. Í hvørjari viðgerð verður doyvandi evni brúkt, fyri at lindra um, tí tað kann blíva eymt. Vit ynskja eina viðgerð, sum er næstan pínuleys. Eyeliner fylgir eygnaskapinum ella varraskapinum og kann eftir ynski gerast breiðari. Vippurnar síggja tættari út eftir viðgerðina.

Hvør brúkar Permanent make-up:

Tey, sum ynskja ein lættari gerandisdag

Tey, sum íðka nógvan ítrott

Karrierufólk

Lesandi

Tey, sum hava nógv um at vera - og tey, sum ikki hava skund

Tey, sum hevur Alopecia (manglandi hárvøkstur)

Tey, sum mangla hár á vippum og bryr, til dømis tí tey hava arr

Tey, sum hava arr á vørrini

Súsanna Køtlum hevur gjørt permanent make-up frá førandi Long Time Liner síðan 11.08.2005

Add Reviews & Rate item

Your rating for this listing :

Help Us to Improve :

Working Hours :

  • Monday 09:00 - 17:30
  • Tuesday 09:00 - 17:30
  • Wednesday 09:00 - 17:30
  • Thursday 09:00 - 18:00
  • Friday 09:00 - 18:00
  • Saturday 09:00 - 14:00
  • Sunday -

Location / Contacts :