AroundMaps Logo
Search
Add Listing

About LM Electric

LM Electric er ein fyritøka, sum veitir EL-tænastur. Fyri okkum er ongin EL uppgáva ov lítil og eisini átaka vit okkum stór arbeiði og verkætlanir.

Tags

Description

EL innleggingar:

Virksemi fevnir sera vítt, heilt frá smáum umvælingum til stórar bygningar, so sum Norðurlandahúsið, Hotel Føroyar, Bank Nordik, Skúladepilin í Marknagilið v.m.

- Vanligar innleggingar
- Intelligentar innleggingar (IBI)
- Ídnaðar innleggingar
- Ljósanlegg
- Talvuanlegg
- Ex. innleggingar
- Neyð- og panikljós
- Telefon- og EDV-net
- Stýring og eftiransing (CTS/SRO)

Eftirlits- og ávaringarskipanir:

Eldur, innbrot og líknandi kunnu gera óbøtandi skaða. Tí meta vit at eftirlits- og ávaringarskipanir eru neyðugar fyri at tryggja seg í móti hesum. Við útbúgving og góðkenning frá "Brunaumsjón Landsins", og í samstarvi við altjóða veitaran Siemens Cerberus bjóða vit dygdargóðar eftirlits- og ávaringarskipanir. Vit hava allar týðandi eykalutir á goymslu.
Starvsfólkini hjá okkum eru reguliga á skeiðum hjá eitt nú Siemens.

- Brunaávaring (ABA og ABDL)
- Tjóvaríávaring (AIA og SPC)
- Sjónvarpseftirlit (ITV)
- Hurðaeftirlit (ADK)
- PLC stýringar - bæði á landi og umborð á skipum.

Neystreymsskipanir:

Dieselgenerator og ein No-break skipan tryggjar tær el veiting tá brek er á SEV veitingini. Sum "High Power Partner" hjá altjóða veitara innan neyðstreymskipanir APC, hava vit væl útbúgvin starvsfólk sum reguliga eru á skeiðum. Saman við APC bjóða vit tær eina 1. floks eftirlits- og viðlíkahaldsavtalu, umfatandi eina goymslu av øllum týðandi eykalutum.

- Dieselgeneratorar
- No-break skipanir

Hvítvøruverkstaðið:

Á hvítvøruverkstaðnum gera vit mangt og hvat.

Stórkøkar/industri:
Uppsetan og umvæling av stórkøkum/industri, ovnar, uppvaskmaskinur, kippannur, kipgrýtir, kabyssir, køliskáp, frystiskáp, køliborð v.m.

Av merkjum vit umboða á hesum øki kunnu nevnast: Houno, Ken, Gram, FKI, Jøni v.m.
Vit hava eisini eykalutir frá hesum liggjandi á goymslu.

Húsarhalds hvítvørur:
Montera og umvæla.
Av merkjum vit umboða á hesum øki kunnu nevnast: Asko, Gram, AEG/Electroluc, Voss, Bosch/Siemens, Gorenje, Fisher&Paykel, Liebherr, Thermex v.m.
Vit hava eisini eykalutir frá hesum liggjandi á goymslu.

Bil-liftarar:
Uppsetan, umvæling, árligt eftirlit og góðkenning. LM Electric eru góðkendir frá Arbeiðseftirlitinum til Bil-liftarar.

Hjartastartarir:

Vit eru umboð hjá Cardia International. Vit selja, umvæla og gera eftirlit við hjartastartarum. Eisini kunnu vit veita upplæring, undirvísing v.m. í brúki av hjartastartarum.

Hitapumpur Euronom:

Vit umvæla og gera árlig eftirlit í samstarv við Sp/f Hita.

Á hvítvøruverkstaðnum hava vit væl út útbúnar teknikarar við upp til 30 ára starvsroyndum innan øki.

Magni Magnussen er leiðari á hvítvøruverkstaðnum.

35 12 88
29 12 88
mm@lm.fo

Døgntænastan:

Tel. 35 12 20 - svarar altíð

Sum lið í okkara kundatænastu hava vit døgntænastu. Vit eru altíð til reiðar, um tørvur er á hjálp um kvøldið, náttina ella heilidagar.

Map

Item Reviews - 8

Anynomous

"

LM Electric hevur staðið fyri eL-arbeiðstøkuni í sambandi við byggingini av nýggjum fjósi í Syðradali.

Saman við DeLaval og MBM hava vit eisini installerað nýggja mjólkirobottin, sum vístur er í videobrotinum niðanfyri.

LM Electric ynskir Syðradalsgarði hjartaliga til lukku við nýggja og modernaða fjósinum í Syðradali!

"

22 April 2023

Anynomous

"

Elektrikari

Søkt verður eftir ágrýtnum elektrikarum til LM Electric, at byrja skjótast tilber. Starvið

...

Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv. Tú kemur at arbeiða í eini fyritøku við nógvum ymiskum uppgávum. LM Electric hevur stórar uppgávur og avbjóðingar fyri framman, og tað hevur stóran týdning, at tú hevur áræði og vilja til at gera mun.

Høvuðsuppgávur - Vanligar innleggingar - Talvuanlegg - Ídnaðar innleggingar - Ljósannlegg - UTP- og EDV net - Stýringar av ymiskum slagi - O.a.

Vit vænta - Útbúgvin elektrikari - Kann arbeiða sjálvstøðugt - Gott handalag - Góð samstarvsevnir - Hevur koyrikort

Vit kunnu bjóða Hjá LM Electric eru umleið 60 fólk í starvi. Vit kunnu bjóða eitt áhugavert arbeiðspláss í menning. Vit hava eitt gott arbeiðsumhvørvi, har tú fært møguleika fyri at seta títt persónliga merki á arbeiðið. Løn eftir avtalu.

Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Paula Hofgaard (ph@lm.fo) á telefon 291235 ella Hjalgrím á Heygum (hjalgrim@lm.fo) á telefon 291236.

See More "

21 February 2023

Anynomous

"

Her hevur ein kundi umbiðji, at fingið eina heildarloysn uppá at seta ljós framvið teirra bygningi. Loysnin bleiv gjøgnumførd við nøkrum niðurgravingararmaturum – sí úrslitið niðanfyri.

"

01 February 2023

Anynomous

"

Væleydnaður starvsfólkadagur

"

31 October 2023

Anynomous

"

LM Electric hevur gjørt avtalu við ViewNet i Sønderborg um at verða leverandørur hjá donsku fyritøkuni í Føroyum.

Vit hava júst veitt og monterað 3 stk LED Pylonir / Skermar

Sí grein

...

Fyri at síggja meira um hesar skermar:

www.viewnet.dk

See More "

15 October 2023

Anynomous

"

Nógvar og ymiskar eru uppgávurnar hjá LM Electric. Her monterað vit nýggjar viskararmotorar umborð á Mariu.

"

21 June 2023

Anynomous

"

Í tøttum samstarvi við Siemens kunnu vit bjóða fleiri ymskar kameraskipanir.

Eitt kamera við ávaringarskiltum kann fyribyrgja innbrotið - hettar er nakað sum er prógva í fleiri londum; eisini í Føroyum.

Hava tit hug at hoyra meira um hesar inteligentu loysnirnar, ring so 35 12 20 ella 29 12 16

"

25 June 2023

Anynomous

"

LM Electric hevur bæði fíggjarligan, fyrisitingarligan og tekniskan førleika at lyfta stórar sum smáar uppgávur.

Hjá LM Electric starvast í løtuni uml. 45 fólk, íroknað sterkstreymsverkfrøðingur og el-installatørar.

Skrivstovan hjá LM Electric svarar allar yrkadagar frá kl. 08.00-17.00.

...Continue Reading "

06 March 2023

Add Reviews & Rate item

Your rating for this listing :

Help Us to Improve :

Working Hours :

  • Monday 08:00 - 17:00
  • Tuesday 08:00 - 17:00
  • Wednesday 08:00 - 17:00
  • Thursday 08:00 - 17:00
  • Friday 08:00 - 17:00
  • Saturday -
  • Sunday -

Location / Contacts :

Nearby Places :