AroundMaps Logo
Search
Add Listing

About Listaskúli Føroya

Listaskúli Føroya veitir undirvísing í teori og praksis á høgum støði innan skapandi lærugreinar.

Tags

Description

Føroysk listafólk hava eina tíð arbeitt við ætlanini at seta á stovn ein veruligan listaskúla í Føroyum. Hetta er nú vorðið veruleiki. Orsøkin til hesa ætlan er ynski um at menna støðið og fatanina av, hvat skapandi læring er og hvat hon kann brúkast til, eisini í gerandisdegnum hjá vanliga føroyinginum.
Á skúlanum verður boðið fram undirvísing í teori og praksis á høgum støði innan allar skapandi lærugreinar.
Í fyrstu atløgu vera útboðin stakskeið og fyrilestrar til ymiskar aldursbólkar, men málið er at menna ein listaskúla, har til ber at nema sær undirvísing, sum ger tað møguligt at søkja inn á hægri lærustovnar.
Roynt verður at taka støðið í einstaka næminginum og at skipa undirvísingina, so at hon kann eggja til eitt ríkt og fjøltátta listalív á staðnum og í landinum yvirhøvur.
Tey, sum undirvísa á skúlanum eru listafólk við hollari útbúgving og/ella royndum innan máling, grafikk, design, skriving, arkitektur, sjónleik, dans, tekstil, keramik, træ, grafikk o.a., tó ikki í tónleiki, sum hevur sínar vælvirkandi frálæruskipanir.

Skúlin virkar um alt landið.

Map

Add Reviews & Rate item

Your rating for this listing :

Help Us to Improve :

Location / Contacts :

Nearby Places :