AroundMaps Logo
Search
Add Listing
Description

Mykinesstova er í ár - 2020, bert opin eftir avtalu :)
-
Mykinesstova er ein hugnalig café í húsum úti á Garði í Mykinesi. Húsið er nærum 100 ára gamalt og hava gjøgnum tíðina verið nýtt til ymisk endamál: Skúlin brúkti húsini til fimleik, bretar brúktu tey sum depot undir krígnum og kendi listamaðurin, Sámal Elias Joensen-Mikines brúkti húsini sum atelier, tá hann vitjaði heimbygdina, og enn síggjast málingaplettir á gólvinum.

Húsini vórðu í 2016/2017 umvæld og gjørd klár til at Mykinesstova skuldi lata upp sum café og lótu vit Mykinesstovu upp 1.maj 2017. Sum nakað nýtt, bjóða vit fyritøkum, arbeiðsplássum og øðrum bólkum útferð til Mykinesar.

Eisini gera vit matpakkar, morgunmat og døgurða eftir nærri avtalu.

Umframt hetta bjóða vit m.a heimagjørda fiskasuppu, heimabakaða kaku, rugbreyðtoast og kaffi/te.

Send okkum eini boð fyri at hoyra nærri.

Vælkomin í Mykinesstovu :)

Map

Add Reviews & Rate item

Your rating for this listing :

Help Us to Improve :

Location / Contacts :

Nearby Places :