AroundMaps Logo
Search
Add Listing

About SKEMMAN

Skemman hevur eitt sera fjølbroytt vøruúrval ið fevnir um: Dýnur, seingjaklæðir, handklæðir, metravøru, madrassur og innbúgv.

Description

Skemman hevur eitt sera fjølbroytt vøru úrval, hvørs høvuðs økir er: Dýnur, seingjaklæðir, handklæðir, madrassur, møblar og summar møblar, eisini hevur Skemman landsins stórsta úrval av meturvørum.

Map

Item Reviews - 6

Anynomous

"

Er havin hjá tær summarklárur? Mánadagin 9.7 - týsdagin 10.7.2018 hava vit havamøbladagar. Tá hava vit góð tilboð uppá alt tú hevur brúk fyri í havanum. Spar heili 20-50%* uppá allar havamøblar.

"

08 July 2023

Anynomous

"

LUFTMADRASSA, GESTASONG ELLA MADRASSA AT LEGGJA SAMAN

Um tú býrt langt burtur frá vinum og familju, fært tú helst av og á vitjan av fólkum, ið skulu gista. Ger gestakamarið til reiðar, ella um tú/tit ikki hava gestakamar, flyt so eitt sindur runt, so at gestirnir fáa pláss í einum parti av stovuni. Tú kanst eisini gera eitt sindur eyka burturúr, so at gestirnir kenna seg væl og fáa sovið væl. Niðanfyri lýsa vit fyrimunir og vansar við luftmadrassu, gestasong og madrassu at le...ggja saman.

LUFTMADRASSUR

Luftmadrassa er sera góð og einføld loysn. Útgávur eru, sum eru á hædd við eina song. Hesar eru einfaldar at goyma í eini lítlari tasku. Nakrar hava innbygda el-pumpu, og skjótt er at fáa luft í tær. Aðrar hava fótpumpu. Ein luftmadrassa í góðari góðsku eigur at halda luftina alla náttina.

GESTASONG

Gestasengur líkjast vanligum seingjum, men kunnu leggjast saman í miðjuni. Tær virka væl, eru fjálgar og dámligar, so at tínir gestir kunnu fáa góðan svøvn um náttina. Minst bara til, at tær ikki eru sniðgivnar at nýta í gerandisdegnum. Tað er lætt at seta tær upp og leggja saman. Nakrar hava eisini hjól, so til ber at rulla tær upp á pláss. Áðrenn tú keypir, mást tú kanna, hvussu stór seingin er, tá ið hon stendur uppi. Um tínir gestir eru longri enn miðalhæddin a fólki, minst so til, at seingin eisini skal passa til teirra. Kanna hvussu nógv seingin fyllur samanløgd, so at hon kann vera í skápinum, kamarinum, ella har tú annars hugsar tær at goyma hana, tá ið hon ikki verður nýtt. MADRASSA AT LEGGJA SAMAN

Madrassur at leggja saman eru vanliga í trimum. Tær eru einfaldar at taka sundur og leggja saman, og taka ikki nógv pláss, ta ið tær verða goymdar. Tjykkri madrassan er, jú betri er hon at liggja á. Madrassur at leggja saman eru sera ymiskar. Nakrar útgávur kunnu nýtast sum ein lenistólur, og børn elska hesar madrassurnar, tí tað ber til at gera holur ella borgir við teimum.

FYRIMUNIR OG VANSAR

GESTASONG

Fyrimunur: Lættar at leggja saman og goyma í einum horni, meðan gestirnir eru á vitjan. Fyrimunur: Góð hædd, so tað er lætt at leggja seg og koma upp. Vansi: Tekur nógv pláss, tá ið hon ikki verður nýtt. Vansi: Vanliga einkultsong.

LUFTMADRASSA

Fyrimunur: Kann leggjast í eina tasku, tá ið hon ikki verður nýtt. Fyrimunur: Fæst bæði sum einkult- og dupultsong. Vansi: Ópraktisk tú ikki tekur luftina úr hvønn morgun. Vansi: Nakrar útgávur hava bara fótpumpu.

MADRASSA AT LEGGJA SAMAN

Fyrimunur: Einføld at goyma. Fyrimunur: Bílig. Vansi: Ikki eins góð at liggja á sum luftmadrassa ella gestasong. Vansi: Liggur á gólvinum og kann vera trupult at koma niður og upp.

GESTIRNIR SKULU KENNA SEG VÆL

Um tú ynskir at gera nakað eyka fyri tínar gestir, læt tey so fáa eitt sindur av privatlívi. Um tú ikki hevur gestakamar, so ber til at heingja gardinur um eitt horn í stovuni, har gestirnir eru, so teir kunnu hava eitt sindur av privatlívi. Set teimum ein krakk, har tey kunnu leggja telefonirnar, góðanáttlesnað og annað.

See More "

06 July 2023

Anynomous

"

Hvat slag av urtagarðsfólki ert tú?

Havar eru eins ymiskir og bústaðir. Tað sært tú við at hyggja eftir havanum hjá grannanum. Møguliga er grannin ein, ið ikki ynskir at nýta so nógva tíð í urtagarðinum, og tí hevur hann gjørt tað soleiðis, at tað krevst lítið viðlíkahald. Kanska er grannin hinvegin familjutýpan, sum hevur gjørt sær havan, so at pláss er til trampolinir og reiggir hjá børnunum. Vita um tú kennir teg aftur í einum av hesum fýra týpunum, sum vit her skriva um.

...VIRKIÐ URTAGARÐSFÓLK

Hevur tú blómubeð og krukkur, sum skulu merkja tín kærleika og umsorgan? Lúkar tú, beinanvegin tú hevur eina fríløtu? Er tað stutt ímillum, at tú slært grasplenina, snøggar trøini og klippur rósurnar? So ert tú heilt víst eitt virkið urtagarðsfólk. Sannlíkindini eru stór, at tú í sambandi við matgerð nýtir ymiskt úr urtagarðinum, og at tú um veturin leggur ætlanir, hvussu tú skalt gera havan enn snøggari. Gott ráð: Minst til at njóta fruktina av harða arbeiðinum.

FAMILJUHAVIN

Tað er ikki bara einfalt og stuttligt at sláa grasplenina! Tá ið tú fert út í havan, so eru reiggjurnar á vinstru síðu, sandkassin á høgru síðu og frammanfyri er trampolinin. Og so er tað eisini havaborðið, har tú og familjan eta tykkara máltíðir, tá ið veðrið er til tað. Urtagarðurin er gjørdur soleiðis, at børnini kunnu vera har. Tey brúka nógva tíð har, og sjálv/ur kanst tú fáa eitt sindur av friði inni til tínar uppgávur (til børnini finna teg). Gott ráð: Minst til at dyrka tykkara egnu grønsakir saman við børnunum. Tað gevur nøgdsemi.

HAVIN TIL TANN, SUM ELSKAR SOSIALA SAMVERU

Endiliga eru tað 15 hitastig, og tú kanst bjóða familju og vinum til sosiala samveru í havanum. Døgurðin verður etin við havaborðið, og síðani verður farið til lounge-møblarnar til kaffiprát. Terassan minnir um eina stovu við ljósketum, vasum, krukkum, pútum og teppum. Tú hevur eisini blómur, ið anga væl, og urtir í krukkum fyri at fáa ein hugnaligt og heimligt huglag. Gott ráð: Halt á við góða arbeiðinum. Bjóða fleiri menniskjum inn í tín vakra hava.

HAVIN HJÁ TÍ DOVNA

Hevur tú longu lagt asfalt á grasplenina, ella droymir tú um at gera tað? Lítið skal gerast fyri at halda tín hava, og tú brúkar hann mest til at sita og lurta eftir tónleiki ella lesa eina bók saman við einum kaffikoppi. Tú hevur ongan køkshava, og tær dámar betur at hava eitt hegn heldur enn runnar, ið skulu klippast. Gott ráð: Havaarbeiði er í grundini sunt. Tú rørir teg, og heimadyrkaðar grønsakir eru góðar fyri teg og umhvørvið. Byrja í smáum við einari ella tveimum krukkum – urtagarðsarbeiði vinnur við tíðini.

See More "

23 June 2023

Anynomous

"

Galdandi frá í dag 11.06 til og við 16.06.2018

Sí blað fyri aðrar støddir

"

10 June 2023

Anynomous

"

Vit hava opiđ sum vanligt Grundlódag 5 juni kl 09-18

"

03 June 2023

Anynomous

"

Gávur til tann, ið fær prógv

Tað er próvtøkutíð, og tað eru nógv, sum um stutta tíð fáa húgvu á høvdið og prógvið í hondina. Í tí sambandinum eru eisini veitslur og gávur, ið skulu gevast til tann, ið fær prógv. Her eru hugskot til gávur til fýra ymiskar typir av persónum:

GÁVUR TIL TANN, IÐ ELSKAR NÁTTÚRUNA

...

Skalt tú geva eina gávu til ein, ið elskar at vera úti í náttúruni? Viðkomandi hevur kanska tørv á at fáa ein steðg frá bókunum og ístaðin njóta náttúruna og annars íðka. So hevur viðkomandi kanska tørv á einum tjaldi, einum soviposa og eini luftmaddrass. Hjálp viðkomandi at fylla á av nýggjum, so viðkomandi er væl fyri at taka móti teimum nýggju avbjóðingum í lívinum.

GÁVUR TIL TANN, IÐ ELSKAR AT LESA

Nøkur elska at lesa og vilja bara hava meira av lesnaði. Sjálvt eftir eina strævna próvtøkutíð, so hevur ein sannur bókormur hug at seta seg við eini krimi, eini fakbók ella eini skaldsøgu. Viðkomandi hevur tí tørv á einum góðum lenistóli, eini góðari lampu og eini góðari pútu, har viðkomandi situr væl og kann lesa tað, viðkomandi hevur hug til.

GÁVUR TIL TANN, IÐ ELSKAR AT VERA HAR TING HENDA

Nøkur menniskju elska at hugna sær saman við vinum. Meðan tey hava lisið til roynd, hava tey ikki fingið sín sosiala tørv nøktaðan, men nú prógvið er komið, er støðan ein onnur. Eitt lekkurt barrborð við tveimum stólum hóskar seg væl, nú ein aftur skal vera sosialur undir óformligum kørmum. Hetta er ein sera góð loysn í eini lítlari íbúð, har køkur og stova eru í einum. Tú kanst skapa hugna við smáum vasum og stearinljósum.

GÁVUR TIL ØLL, IÐ ELSKA INNRÆTTING

Tá ið ein flytur heimanífrá, er møguleikin veruliga at fáa sín egna stíl. Tað er ein góður háttur at rudda upp í gomlum róti og at sleppa av við nips og ymisk pyntiting, sum ikki hóska saman. Til ber heldur at fáa ein nýmótans stíl. Hjálp tí, ið hevur fingið prógv, at koma í gongd við ymiskum, ið hóskar til bústaðin, og sum kann skapa eitt heim.

So er bara at ynskja til lukku við próvnum

See More "

28 May 2023

Add Reviews & Rate item

Your rating for this listing :

Help Us to Improve :

Working Hours :

  • Monday 09:00 - 18:00
  • Tuesday 09:00 - 18:00
  • Wednesday 09:00 - 18:00
  • Thursday 09:00 - 18:00
  • Friday 09:00 - 19:00
  • Saturday 10:00 - 16:00
  • Sunday -

Location / Contacts :

Nearby Places :