AroundMaps Logo
Search
Add Listing

About Skemmugarður

Hendan síðan fer nú frá at lýsa summarhúsið á Skemmugarði, til at lýsa við teimum hágóðsku føroysku matvørum, sum Skemmugarður hevur at bjóða kræsnum og forvitnum føroyskum gómum.

Tags

Description

Skemmugarður er í 2020 skrásettur sum heimaframleiðari, skrásetingarnummar 20-143.
Skemmugarður er fyritøka, sum framleiður føroyskan mat úr lokalum rávørum.
Høvuðsframleiðslan eru úrdráttir úr seyði, og eisini úr tilfeinginum í sjónum.
Neyt og grønmeti keypa vit inn frá øðrum bóndum í Sandoynni, og víðarivirka hesar vørur til kundan.
Bóndagarðurin Skemmugarður hevur verið í slektini í nógv ættarlið, og tí gera vit til dagligt nógvar vælsmakkandi servørur sum vit hava bygt okkum vitan upp um ígjøgnum mong ættarlið.
Vit halda tað verða spell at onnur ikki fáa møguleikan at uppliva hesar vørur. Hetta, saman við ynskinum um at føroyingar eta stuttfluttan mat heldur enn mat sum tyngir umhvørvið við verða fluttur til Føroya úr øllum herðashornum á klótuni gerð, at vit hava sett okkum fyri at gera meiri burturúr vørum úr tilfeinginum vit hava um hendi dagliga.

Map

Item Reviews - 6

Anynomous

"

Komandi tvey vikuskiftini er Skemmugarður tøkur at leiga. So tað er at gera skjótt av. Ring 230401, og bílegg sum skjótast 😊

"

05 June 2023

Anynomous

"

Hey allir Skemmugarðs-vinir 😊 Nú byrjar knappliga at rapla inn við bíleggingum til summarið. Tí vilja vit bara minna tykkum á, at um tit hava ætlanir um at vitja okkum í ár, ræður um at gera skjótt av. Páskini eru fyri framman, og eru Skýrishósdagur og Langi Fríggjadagur longu umbidnir. Páskadagarnir eru tó enn eftir, so tann sum kemur fyrst, sleppur at halda páskir í hesum paradísinum 😃 Ringi til Anju 230401, ella skrivi til ogon, so seta vit kross í kalendaran 😀

"

14 March 2023

Anynomous

"

Hesi summarhúsini eru til leigu. Heilt óvanliga barnavinarligt. Húsini hava allar hentleikar, og kann taka stórar bólkar av gestum. Hygg inná skemman@skemman.net, og ring 230401 fyri at bíleggja húsini í eitt tíđarskeiđ í summar. Skundi tykkum tí kalendarin fyllist nú😊😊

"

18 May 2023

Anynomous

"

So er summarhúsið á Skemmugarði klárt at taka ímóti summargestum. Í vetur hava vit klætt ein part av húsinum, sett nýggj vindeygu í stovuna, fingið okkum nýggjar sofur og gjørt aðrar ábøtur. Sandoyggin er eitt paradís, og summarhúsið á Skemmugarði er byrjað at fáa bíleggingar. Summarhúsið er sera vælegnað til stórar familjur, økið uttanum er friðarligt og sera barnavinarligt. Húsið hevur allar hentleikar, enntá WIFI um tað er ynskiligt.... Ring 230401, og bílegg eitt uppihald í hesum framúrskarandi staði 😊

See More "

23 March 2023

Anynomous

"

Hvør árstíđ hevur sítt á Skemmugarđi. Nú eta lombini seg feit, međan útbyggingin av hjallinum er um at koma á mál. Seyđurin sær hampuligt út í ár, fyrr varđ illa eftir eitt framúrskarandi summar. Summarhúsiđ er enn upptikiđ, eins og tađ hevur veriđ meginpartin av summarinum. Sandoyggin er ein perla, og tađ eru Føroyar og føroyingar viđ at fáa eyguni upp fyri. ... Oyggin er helst tađ stađiđ, sum flest føroyingar koma til í frítíđarhøpi.

See More "

10 September 2023

Anynomous

"

Summarhúsiđ Skemmugarđur á vøkru Sandoynni byrjar av álvara at merkja at nógv vilja vitja á hesum stađi. Fyrsta vikuskifti iđ er leyst er vikuskiftiđ á Jóansøku, frá 24 juni og frameftir. Somuleiđis eru allir gerandisdagarnir í juni upptiknir. Øđrvísi er viđ juli mánađa, har nøkur tíđarskeiđ framvegis eru leys. Av royndum vita vit, at juli mánađi er ein av teimum, har flest fólk vitja Skemmugarđ. Tí er umráđandi hjá tykkum sum kundu hugsa tykkum eina familjuferđ fyri lítlar p...engar, at hugsa langt, og skriva tykkum upp beinanvegin. Húsiđ rúmar uttan trupulleikar stórum bólkum, og hevur sera góđar umstøđur. Nú ber eisini til at velja um internet skal verđa í húsinum. Bílegg nú á 230401, og vitja heimasíđuna www.skemman.net .

See More "

20 May 2023

Add Reviews & Rate item

Your rating for this listing :

Help Us to Improve :

Location / Contacts :

Nearby Places :