AroundMaps Logo
Search
Add Listing

About InTime Theatre

ÓÐINS EYGA - ein víkinga barnaleikur á Tjóðpalli Føroya 25 - 31 juli, kl. 15.00/17.00. Atgongumerki á 60 kr fáast á www.tjodpallur.com.

Tags

Description

Hetta er ein leikur, har áskoðararnir hitta eina djarva gøtugentu, víkingar, gandaravnar, risastórar úlvar, ein áttabeintan hest og gudarnar Loka og Óðin.

Tað er Sóley Danielsen, ið spælir allar leiklutirnar í hesum leikinum um 10 ára gomlu Tóru, ið er høvdingadóttir og livir í víkingaøldini. Tóra er væl hjálpt av síni ganda amulett, ið tó eisini gevur henni fleiri lumpisligar fíggindar og avbjóðingar – ikki minst gudin Loka.

Sóley er millum annað kend frá einkvinnuleikinum Einki orð, har hon eisini spældi nógvar leiklutir, júst sum hon hevur tørv á í hesum leikinum, um djørvu Tóru, ið fer úr Gøtu til Kirkjubøar at bjarga pápa sínum, ið er tikin til fanga.

Leikurin er upprunaliga svenskur, og er sera væl umtóktur í heimlandinum. Í Svøríki var tað leikstjórin Magnus Palm, ið setti leikin upp, og júst Palm hevur eisini leikstjórnað føroysku útgávuna av Óðins Eyga.

Ungi rithøvundurin og tónleikarin, Trygvi Danielsen – sum hevur fingið Mentanarvirðisløn Landsins til ungt listafólk – hevur umsett leikin til føroyskt.

--------------------------------------------------------------------

UM "EINKI ORÐ"

"Einki orð" eftir Wendy Graf er fyrsta verk, Jenný Lára og Sóley seta upp við nýstovnaða leikbólkinum InTime Theatre.

"Einki orð" snýr seg um lívið hjá einari muslimskari kvinnu, ið stríðist við at sameina sín muslimska samleika við sín samkyndleika.

Leikurin handlar eisini um nógvu fordómarnar um islam. Kvinnan er praktiserandi muslimur í New York beint eftir yvirgangsatsóknina t. 11. septembur 2001, og hon og familjan eru fyri nógvum ágangi fyri døkka hár sítt, arabisku nøvnini og fyri at vera ílatin eftir muslimskari siðvenju.

Við leikinum vilja Sóley og Jenný Lára geva innlit í truplu tvístøðuna, trúgv og samkyndleiki kann seta fólk í, og vísa at muslimar eru bara menniskju, eins og øll onnur.

Jenný Lára er útlærdur leikstjóri frá the Academy of the Science of Acting and Drama í London, haðani Sóley er útlærdur sjónleikari.

Elin Klein Joensen er samskipari av leikinum.

Jákup Bernhard Brim hevur umsett leikritið frá enskum (“No Word in Guyanese for Me”) til føroyskt. Hann hevur áður umsett "Brúdleypið" eftir A. Chekhov og "Snjóhvíta og teir sjey dvørgarnir" eftir brøðrunum Grimm.

Map

Add Reviews & Rate item

Your rating for this listing :

Help Us to Improve :

Nearby Places :