AroundMaps Logo
Search
Add Listing

About MFS

Í eina hálva øld hevur MFS arbeitt fyri tey lesandi, og hevur felagið tískil drúgvar royndir í at ganga á odda.

Tags

Description

Í eina hálva øld hevur MFS arbeitt fyri tey lesandi, og hevur felagið tískil drúgvar royndir í at ganga á odda.

Map

Item Reviews - 8

Anynomous

"

Ráðstevnan í dag er um Current Priorities and Future Challenges: Higher Education in the Nordic Region. Hetta er ein ráðstevna, sum er samskipa av UKA í Svørríki, í samband við at tey eru vertsland fyri Nordisk Ministerråd. Tað eru tí nógvir luttakarar, bæði ráðharrar, rektarar, onnur politisk starvsfólk innan hægri útbúgving, og lestrarumboðini.

Fyrri partur av ráðstevnuni er nú av, og tað var sera læruríkt. Anders Söderholm, sum er generalsekretær í Universitetkänslerambed...

Continue Reading "

13 June 2018

Anynomous

"

Mikudagin 13. juni 2018 kl. 16 verður skipað fyri kunningartiltaki fyri bachelorútbúgvingarnar lívfrøði, KT-verkfrøði og sjúkrarøktarfrøði og masterútbúgving í heilsuvísindum.

"

01 June 2018

Anynomous

"

25. apríl 2018 skipaði MFS fyri flaggdagshaldi á Regensen. Á skránni var sangur og Anna Poulsen helt flaggrøðu. Eftir hetta var skipað fyri rundvísing inni í Regensen. MFS bjóðaði kaku, kaffi og okkurt gott til børnini, og yvir 100 fólk vóru til tiltakið.

Eftir tiltakið á Regensen, gekk leiðing yvir í Føroyahúsið, har møguleiki var at keypa sær chili con carne, og síðan var flaggdagsquiz við Rasmusi Bisopstø.

"

25 April 2018

Anynomous

"

Í morgin kl. 16.30 á Regensen 🇫🇴️📣🌞

"

24 April 2018

Anynomous

"

Leygardagin 21. apríl skipaði MFS fyri ráðstevnuni “Kom og fanga okkum”, sum setti fokus á starvslestur, summarstørv og uppgávuskriving. Tiltakið byrjaði við, at Løgmaður, Aksel V. Johannesen, setti ráðstevnuna. Síðan vóru nøkur smærri tiltøk á skránni, eitt nú spældi Elinborg Pálsdóttir nøkur løg, møguleiki var at taka myndir til CV og Bergtóra Høgnadóttir hevði framløgu við góðum ráðum um, hvussu tú skrivar CV og umsókn. Til tiltakið luttóku 24 fyritøkur/stovnar, bæði frá... tí almenna og tí privata, og bæði fyritøkur í Danmark við føroyskum tilknýti og fyritøkur sum vóru komnar úr Føroyum. Umframt hetta, var Fróðskaparsetrið eisini til staðar fyri at greiða frá um teirra master útbúgvingar. Møguleiki var allan dagin at práta við fyritøkurnar og stovnarnar, ið vóru komnir at luttaka. Vit vilja takka øllum, sum komu at luttaka á ráðstevnuni, bæði fyritøkunum og stovnunum, Elinborg Pálsdóttir fyri tónleikin, Bergtóru Høgnadóttir fyri áhugaverda framløgu, Løgmanni fyri at seta ráðstevnuna, og ikki minst øllum teimum mongu fólkunum, ið komu at vitja ráðstevnuna hendan dagin.

See More "

23 April 2018

Anynomous

"

Mikudagin 25. apríl verður flaggdagshald á Regensen kl 16.30. Anna Poulsen heldur flaggdagsrøðu og vit syngja nakrar flaggsangir. Eftir tiltakið gongur leiðin yvir í Føroyahúsið, har flaggdagsquiz verður á skránni. Síggjast :)

"

23 April 2018

Anynomous

"

Hesar fyritøkurnar verða á Norðuratlants bryggjuni leygardagin. Vit gleða okkum at síggja tykkum!

"

18 April 2018

Anynomous

"

Leyardagin skipar MFS fyri ráðstevnu á Norðuratlantsbryggjuni har 24 fyritøkur eru bjóðaðar. Her fart tú møguleikan at sparra við føroyskar fyritøkur og gera vart við teg á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tú fært eisini møguleikan at taka eina flotta og ókeypis mynd til CV'i, og mangt mangt annað.

Kom og fanga tín arbeiðsgevara!

Tiltakið byrjar kl. 11 Leyardagin á Norðuratlantsbryggjuni.

...

🦉👨‍🎓👩‍🏫👩‍⚖️👨‍🚀

See More "

18 April 2018

Add Reviews & Rate item

Your rating for this listing :

Help Us to Improve :

Location / Contacts :