AroundMaps Logo
Search
Add Listing

About Ponyríðing við Lærku

Lítla Lærke er ein Shetlandspony, og er tann fittasta í heiminum. Lærke elskar at vera saman við fólki, er sera barnavinarlig og spreiðir gleði og styrki har hon kemur, og hon hevur sett sær sum mál at sleppa at heilsa uppá allar føroyingar

Tags

Description

Lítla Lærke er ein Shetlandspony, og er tann fittasta í heiminum. Lærke elskar at vera saman við fólki, er sera barnavinarlig og spreiðir gleði og styrki har hon kemur, og hon hevur nú sett sær sum mál at sleppa at heilsa uppá allar føroyingar, sum eru klárir at møta henni.

Hesturin er eitt fatastiskt djór, sum vekjur kenslur í okkum menniskjum. Kenslan ið tú fær, tá ið tú setur teg á hestabakið, er kenslan av álitið, álit á teg sjálvan og á hettar vælsignaða djóri, ið kann bera teg á sínum bakið.
Samveran ímillum teg og hestin stimulerar nærveru, tú merkir teg og tín kropp og tað gevur skapar gleði og nøgdsemi og løtan gerst ógloymandi.



Barnaføðingardagar:
Vit koma heim til tykkara á vitjan við Lærku og vera saman við børnunum, ið sleppa at ríða í 1 til 2 tímar.

Grundprísur 500
Pr. Tíma 350

Dømi
1 tími 850 ( 500 + 350 )
2 tímar 1200 (500 + 350 + 350 )

OBS! Lærke er einans egna at ríða á hjá børnum upp til ca. 40 kg.



Barnagarðar:
Møguleiki er fyri at gera fasta avlatu, har Lærke kemur út at vitja tykkara stovn 1-4 ferðir um mánaðin alt eftir tørvi.

Dømi um avtalu er vitjan einaferð um vikuna á 1-2 tímar, har smærri bólkar av børnum fáa frið at vera saman við og ríða á Lærke. Hetta gevur møguleika fyri tættari samband við hestin, sum er stimbrandi fyri barnið og nærveruna.

Hevur tykkara dagstovnur áhuga í fastari avtalu, vinarliga setið tykkum í samband við Báru Johansen á telefon 51 79 12.



Eldrasambýlir og búðstovnar:
Ponyhesturin verður ofta brúktur til eldri/dement og óhálpin á annan hátt, sum hava trupult við at hava samband við umheimin. Ofta er hetta tengt at ótta og einsemi, og her kann samband við djór vera við til at bøta um hetta.

Tað er vísindaliga prógvað, at nærveran hjá hestinum, ferð inn og beróligar okkara nervasystem. Hesturin stimbrar nærveruna soleiðis, at kenslan av at vera tilstaðar vaknar, ið er sera umráðandi. Ferð eftir ferð sæst eisni, at sambandið við hestin megnar at fáa persónar aftur í núið, ið gerast meira livandi og glað. Hetta kemst serliga av, at tey sleppa at geva umsorgan til djórið, ið er sera lívsjáttandi.

Møguleiki er fyri at gera fasta avlatu, har Lærke kemur út at vitja tykkara stovn 1-4 ferðir um mánaðin alt eftir tørvi.

Hevur tykkara stovnur áhuga í fastari avtalu, vinarliga setið tykkum í samband við Báru Johansen á telefon 51 79 12.

Map

Add Reviews & Rate item

Your rating for this listing :

Help Us to Improve :

Location / Contacts :