AroundMaps Logo
Search
Add Listing

About Á handil

Á handlarnir í Føroyum

Tags

Description

Vælkomin til okkara facebook síðu

Við hesi facebook-síðu ynskja vit at koma tættari at tær sum verandi og komandi viðskiftafólki í Á. Her á síðuni, fáa tit nýggjastu tilboðini, nýggjheitir og aðra kunning, sum er felags fyri allar Á handlarnar.

Eisini ber til hjá tær, at spyrja um eitt hvørt sum viðvíkur Á og tilfarinum, ið verður lagt út her á síðuni. Vit svara vanligar gerandisdagar millum kl. 8-16.

Hendan facebook-síðan er ein felags 'Á pallur', og er opin fyri uppsløgum og deilingum av ymiskum tilfari, sum hevur við Á handilsketuna at gera.

Vit fara at heita á teg, um at brúka siðiligan málburð og um at virða aðrar brúkarar og teirra meiningar her á síðuni. Vit taka okkum rættin til at beina burtur uppsløg og annað tilfar, sum er í stríð við tær leiðreglur, ið eru lagdar fyri facebook-síðuna hjá Á.


Hvat er ‘Á’ ?

Vit eru ein samanrenning av nøkrum størri handlum, sum liggja spjaddir um alt Føroya land, og sum í mars 2012 vórðu til handilsketu, undir felags heitinum ‘Á’. Vit eru sjálvstøðugir handilseigarar, sum áðrenn vit komu undir felags handilsketuna Á, høvdu hvør sítt handilsnavn og eyðkenni, eitt nú INN, PE og Haraldsen, sum tú helst eisini kennir nakrar av handlunum í Á handilsketuni, fyri at eita enn. Teir nýggjastu Á handlarnir, eita bara Á og eitt eyðkennisnavn fyri staðið har teir liggja, t.d. Á Norðskáli og Á Vestmanna.

Vit takka fyri, at tú vitjar okkara facebook síðu.
Um tú vil vita meira um Á, vitja so okkara heimasíðu: http://www. ahandil.fo

Map

Item Reviews - 9

Anynomous

"

Vikuskiftiðs-tilboðini frá okkum! Ver til reiðar til eitt hugnaligt og fjálgt vikuskiftið...kanska innandura?

Vælkomin í Á :)

"

04 July 2023

Anynomous

"

Nógv at gera í vikuskiftinum? Pizza og ovnkips fyri einans kr. 29,- er ein skjót og einføld máltíð at fyrireika....og so sera bílig eisini!

Vælkomin í Á :)

"

27 June 2023

Anynomous

"

Vikuskiftið nærkast! Nøkur góð tilboð her til tín :)

Vælkomin í Á

"

20 June 2023

Anynomous

"

HUG TIL OKKURT SØTT...? men eitt sindur sunnari! Her er uppskriftin frá glutenfrifoodie.dk, sum eisini er í Á blaðnum hesa vikuna.

Vælgagnist :)

"

17 June 2023

Anynomous

"

Aftur ein nýggj vika, og døgurðavikan skal planleggjast. Her eru tilboðini frá Á til tykkara. Eisini eru sera góð blómutilboð á s. 6. Hygg líka í blaðið her! VINN VINN... Keypir tú í Á, fært tú møguleikan at verða við í lutakastinum 31.august, um 4 x gávukort á kr. 25.000,- og 4 x gávukort á kr. 10.000,-. Tað er noookso nógv ha? :)

Vælkomin í Á

"

11 June 2023

Anynomous

"

So var Á blaðið aftur á gøtuni! Vakrar summarblómur og ein leskilig og summarslig uppskrift frá Sukursøtt eru eisini í blaðnum hesa vikuna. ...og gloym ikki fantastisku kappingina í Á handlunum...

Vælkomin í Á

"

04 June 2023

Anynomous

"

Sólin skínur og okkara vikuskiftistilboð eru klár 😎🌞

Vælkomin í tín Á-handil 😀

"

30 May 2023

Anynomous

"

Nógv góð grilltilboð hesa vikuna 😎

Og so hevur Glutenfri Foodie eina leskiliga uppskrift á síðu 2 😊

"

27 May 2023

Anynomous

"

Kulottusteik, rómaeplir og okkurt søtt til góman! :) Vikuskiftistilboðini eru klár :)

"

23 May 2023

Add Reviews & Rate item

Your rating for this listing :

Help Us to Improve :

Location / Contacts :

Nearby Places :